ÍSB leitar eftir venjara

ÍSB leitar nú eftir svimjuvenjara, sum skal venja bestu svimjararnar til Paralympisku leikirnar í Rio í 2016.

Ítróttarsambandið fyri brekað, ÍSB, leitar nú eftir einum landsliðsvenjara í svimjing, sum skal kunna byrja í starvinum beinanvegin.

Í høvuðsheitum snýr uppgávan seg um at venja teir bestu ÍSB-svimjararnar, ið royna at vinna sær pláss í paralympisku leikunum í Rio í Brasil um fýra ár.

Tróndur Ravnsfjall, ítróttarráðgevi hjá ÍSB, sigur brúk vera fyri einum venjara nokk so skjótt, tí svimjararnir hava ongan, sum er.

Ítróttarsambandið fyri Brekað hevur sett 25. august sum freist fyri, nær umsóknir til svimjivenjarastarvið skulu vera inni.

Hoyr samrøðu við Trónd Ravnsfjall við at trýsta á pílin undir myndini.