Isabella varð hildin uttanfyri til prógvhandan sína

Hon slapp ikki á pallin til floksfelagar sínar við koyristólinum

23 ára gamla Isabella Romanow hevur vøddasvinn og situr í koyristóli. Hon fekk í gjár handað prógvið frá Roskilde Handelsskole, men tað gekk ikki sum ætlað.

 

 

Myndin av Isabellu í koyristóli við síðuna av pallinum og aftanfyri vásar við blómum - langt burtur frá floksfeløgum og felagsskapinum, hevur verið at sæð á sosialu miðlunum, og eisini hevur verið skrivað um hendingina í donsku miðlunum.

 

 

BT skrivar, at mamma Isabellu royndi alt tað hon var ment at tosa við lærarar og fyriskiparar um, at fáa ein skráa til pallin, soleiðis at Isabella slapp upp í part á stóra degi hennara. Tað var ikki møguligt, fekk mamma Isabellu at vita, og heldur ikki var møguligt av trygdarávum at brúka skráan, sum mamma Isabellu hevði í bili sínum.

 

 

- Eg siti langt burturi í einum horni, so langt frá vinum mínum á pallinum, at eg ikki hoyri talurnar frá pallinum. Tá vit fáa prógvini eri eg stuttligt nokk tann fyrsta, sum fái prógv. Tað kendist, sum vidu tey bara fáa meg avgreidda. Eg siti púra frá mær sjálvari og eri við at gráta. Eg føldi meg veruliga uttanfyri, sigur Isabella Romanow við BT. 

 

 

Skúlastjórin var ikki sjálvur til staðar, tá prógvini vórðu handaði, og BT sigur frá, at hann ikki hevur fingið viðmerking frá teimum, sum fyriskipaðu tiltakið. Hann hevur biðið Isabellu og mammu hennara um umberging og lovar, at slíkt ikki aftur skal henda á Roskilde Handelsskole.