IS tikið ábyrgd av álopinum í Istanbul

Yvirgangsfelagsskapurin IS hevur nú átikið sær ábyrgdina av álopinum í Istanbul nýggjársdag. Tað skrivar tíðindastovan Reuters í dag.

 

Ein maður skeyt frá hond í einum náttklubba í Istanbul og drap 39 fólk, umframt at eini 60 fólk fingu løstir.

 

Umleið 600 fólk vórðu inni í náttklubbanum tá maðurin byrjaði at skjóta. Hann er enn ikki handtikin.

 

Orsøkin handan álopið skal verða, at Turkaland, ið er limur í NATO, er partur av herdeildinum, ið hava til endamáls at berja niður IS í millum annað Sýria. Hesum vil IS hava hevnd fyri.

 

IS skal hava framt fleiri smærri álop í Turkalandi teir seinastu 18 mánaðirnar, men hetta er fyrstu ferð, at teir beinleiðis taka ábyrgdina fyri eitt størri álop í Turkalandi.

 

Tað hevur valdað ófriður í Turkalandi í longri tíð og forsetin Erdogan stríðist við at halda landinum saman. Umframt fleir álop á landið av millum øðrum IS og kurdiskum deildum, var eitt stjórnarkvett roynt í juli, men tað miseydnaðist.