Iron Woman farin at mála

Nú havi eg lagt tann seriøsa ítróttin frá mær og tikið pensilin fram aftur

Í gjár lat Súsanna Skylv upp sína listaframsýning í smiðjuni í Lítluvík. Súsanna Skylv er betri kend sum ítróttarkvinna, og hevur millum annað luttikið í fleiri Iron Woman kappingum.

 

Súsanna Skylv sigur, at henni hevur altíð dáma væl at tekna, og at sum yngri sat hon nógv og teknaði Disney-figurar.

- So byrjaði eg so smátt at mála um 2007, og fekk eina áheitan frá eini vinkonu um at mála ein dreka til ein av hennara vinmonnum. So fann eg útav, at eg dugdi faktiskt eitt sindur at skapa útrykk og andlit, formar og so framvegis, sigur Súsanna Skylv.

 

Hóast hon fann stóra gleði í at mála, so byrjaði ítrótturin at fylla alsamt meiri í lívinum og tí legði hon pensilin frá sær eina tíð.

- Nú havi eg lagt tann seriøsa ítróttin frá mær og tikið pensilin fram aftur. Tað er so fantastisk.

 

Framsýningin er opin hvønn dag fram til mánadagin, frá klokkan 14 til 20.