Iron Maiden møta við sterkastu manning

.

Ein av fremstu ensku tungmálms bólkunum upp gjøgnum øll áttatiárini, Iron Maiden, er nú aftur farin at gera um seg. Eftir eitt áramál við skiftandi manning, og minni hepnum fløguútgávum, er tann upprunaliga manningin nú savnað aftur. Teir báðir Bruce Dickinson og Adrian Smith eru við aftur, og saman við Dave Murray, Steve Harris, Nico McBrain og Jannick Gers spæla Iron Maiden nú aftur við sterkastu manning. Enn er tað bara blivið til eina konsertferð í USA, sum fór av bakkastokki seinasta heyst. Henda konsertferð eydnaðist somikið væl, at neyðugt var við fleiri eyka konsertum.

Iron Maiden fjepparar í Europa hava eisini gott í væntu. Í summar verður talan um eina nýggja fløguútgávu, umframt eina konsertferð í Europa, har teir vitja tey trý norðanlondini, Norra, Svøríki og Danmark, har teir vera eitt av høvuðsnøvnunum á Roskilde festivalinum, sum verður hildin seinasta vikuskiftið í Juni mánaða.

Fólk sum hava hoyrt nýggju upptøkurnar hjá Iron Maiden siga, at her er talan um nakað av tí besta tilfarinum sum teir higartil hava latið úr hondum. Ikki heilt óvantað, so eru Iron Maiden rættuliga trúgvir ímóti tónleikastílinum teir hava spælt síðani byrjanina, so tey sum droyma um nakað nýtt og spennandi fara helst skuffaði heimaftur. Eftir hvat Yngd hevur skilt so far nýggja fløgan helst heitið Brave New World, eftir bókini við sama navni hjá Aldous Huxley, og verður at fáa í plátubúðunum seinast í Mai mánaða ella fyrst í Juni mánaða.