IRF givið at savna rusk í Norðoyggjum

Blokadan í Lorvík ger, at IRF sleppur ikki av við ruski úr Norðoyggjum. Tí er innsavningin steðgað og bingjuplássið stongt


 

Klaksvík: IRF er givið at savna rusk í Norðoyggjum, tí bilarnir hjá teimum sleppa ikki á brennistøðina í Lorvík.

Arbeiðsfólk blokera á ferjuleguni í Lorvík, og eisini IRF-bilarnir verða raktir av hesi blokadu.

Hetta hevur við sær, at bilarnir hjá IRF í Norðoyggjum eru fullir av ruski, og eisini bingjurnar í Norðoyggjum eru fullar. Tí er bingjupláss í grótbrotinum stongt, og tikið verður ikki ímóti meira ruski.

Fólk verða tí sjálvi noydd at goyma húsarhaldsruski komandi dagarnar, tí ruskposarnir verða ikki heintaðir. Eisini virki mugu goyma sítt burtkast til blokadan er av.