Irdi afturfunnin í øllum góðum

Irdi Fríðheim Mortensen, sum hvarv í morgun, er komin aftur íaftur

Østjyllands Politi váttar fyri in.fo beint nú, at 24 ára gamla Irdi Fríðheim Mortensen, sum hvarv í Aarhus í morgun, er komin aftur íaftur í øllum góðum.

 

Men annars verður einki sagt um, hvat er farið fram

 

 Seinast nakar sá hana, var klokkan átta í morgun, tá ið hon fór av einum bústaði mitt í Aarhuus, men eingin vitsti, hvagar hon ætlaði sær.

 

Hon hevði verið á diskotekinum, Kupé saman við nøkrum vinkonum, men hon fór frá teimum, segði løgreglan við danskar miðlar fyrr í dag.

 

Les eisini: Føroysk genta horvin í Danmark

 

Løgreglan fann klæðini, hon var í, og eina tasku, men tey vitstu ikki um tað er tí at hon var í ongum klæðum, ella um tað er tí, at hon hevur skift.

 

Løgreglan segði fyrr í dag, at einki bendir á, at brotsverk er framt og hon var heldur ikki tunglynt.

 

Irdi Fríðheim Mortensen hevur lisið løgfrøði í Aarhuus og er annars flogterna hjá Atlantsflogi.