Iran vísir aftur amerikanskum uppskoti

- Báðir partar halda fram við álopunum, og í gjár skal Iran hava lopið á stóra amerikanska flogberan, Abraham Lincoln, veit Verdens Gang at siga

Týsdagin boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, frá, at USA hevði latið Iran eina ætlan í 15 punktum, sum treytir fyri friði.

 

Millum punktini í uppskotinum er, at Iran púrasta gevst við sínum kjarnorkuætlanum, og at landið beinir burtur ríkaða uran, sum landið hevur.

 

Aðrar treytir í amerikanska uppskotinum eru, at Iran minkar munandi um sína rakettverju og steðgar stuðlinum til eitt nú Hisbollað.

 

Uppskotið hjá amerikanska forsetanum gjørdi, at oljuprísurin á marknaðinum helt uppat við at hækka - og fall stutt eftir.

Verdens Gang veit at siga, at higartil hevur Iran púrasta víst uppskotinum hjá USA aftur.

 

- Báðir partar halda fram við álopunum, og í gjár skal Iran hava lopið á stóra amerikanska flogberan, Abraham Lincoln, veit Verdens Gang at siga.