Iran roynt nýggjar rakettir

Teir seinastu dagarnar hevur iranska verjan havt eina stóra venjing í Persaflógvanum, har tær servandu deildirnar hjá Kollveltingarhirðini hava verið serliga væl umboðaðar.

Amerikanska sjónvarpið CNN sigur, at høvdu fleiri nýggjar rakettir í venjingini. Eitt nú royndu teir rakettir, sum verða brúktar til at skjóta eftir skipum við, og deildir hjá Kollveltingarhirðini vandu seg til at søkja at skipum.

USA hevur fleiri herskip í umráðnum, og tí hildu amerikanararnir eyga við iransku venjingini, sigur CNN.