Iranska tjóðartingið fyrireikar nú eitt lógaruppskot, har landið ætlar at taka seg burtur úr avtaluni um, at kjarnorkuvápn ikki skulu kunna spjaðast út um lond.
Tað sigur talsmaðurin hjá iranska uttanríkisráðnum, Esmaeil Baghaei, sambært Reuters.
Avtalan, sum er frá 1968, sýtir londum, sum hava kjarnorku, at flyta vápnini til onnur lond - og at hjálpa londum, sum ikki hava kjarnorku, at framleiða hesi hópoyðingarvápn.
Avtalan leggur eisini upp til avvápnan og friðarliga nýtslu av kjarnorkutøkni.
190 lond hava bundið seg til avtaluna, harímillum Iran. Ísrael, India, Pakistan og Norðurkorea eru ikki við í avtaluni.
Esmaeil Baghaei, talsmaður hjá iranska uttanríkisráðnum, leggur dent á, at Iran framvegis er ímóti menning av hópoyðingarvápnum, veit Reuters at siga.