Irakskur bøðil í Danmark skal hjálpa USA

Fyri 13 árum síðani skipaði Nizar al-Khazraji fyri hópmorðinum, sum kostaði 180.000 kurdum í Irak lívið. Nú vil CIA hava hann at hjálpa sær at koyra Saddam Hussein frá

Tann 63 ára gamli generalurin og fyrrverandi ovasti í herleiðsluni hjá Saddam Hussein hevur búð í danska býnum Sorø seinastu tvey árini. Har er løgreglan á varðhaldi alt samdøgrið, samstundis sum danskir myndugleikar kanna, um hann er sekur í krígsbrotsverki.
Nú er so spurningurin, um hann yvirhøvur kemur fyri nakran danskan dómstól, tí amerikanska fregnartænastan CIA hevur brádliga fingið eygað á hann. CIA heldur, at tað ber til at fáa gagn burtur úr honum.
Tað vælvitandi arabiska blaðiðð Al-Hayat, sum kemur út í London, skrivar, at amerikanska stjórnin heldur Nizar al-Kharzraji vera tann best skikkaða til at taka við sum irakskur leiðari eftir Saddam Hussein. Blaðið sigur seg hava fingið at vita frá keldum í sýriska høvuðsstaðnum Damaskus, at amerikansku myndugleikarnir hava kannað 62 fyrrverandi irakskar heryvirmenn, sum búgva í útlegd, og at valið er fallið á tann 63 ára gamla fyrrverandi generalin.
Sambært blaðnum hevur CIA eisini fingið vissu fyri, at teir flestu felagsskapirnir hjá útlagnum irakum styðja al-Kharzraji, sum noyddist at flýggja úr Irak eftir ósemju við Saddam Hussein undir Flógvakrígnum.
Sjálvur hevur fyrrverandi generalurin greitt útvarpsstøðini Radio Free Iraq frá, at hann er til reiðar at standa á odda fyri einum kvetti ímóti Saddam Hussein, um USA skipar fyri tí.
Gjørdi eftir boðum
Í Danmark er Nizar al-Kharzraji alt annað er væl umtóktur. Nógvir danskir politikarar gjørdust í øðini, tá tað seinasta heyst frættist, at maðurin var komin til Danmarkar fyri tveimum árum síðani. Tað vísti seg, at loyniliga danska løgreglan visti, at maðurin var í Danmark, men at hon hevði ikki kunnað teir ovastu myndugleikarnar um tað, fyrr enn maðurin hevði fingið fyribils uppihaldsloyvi.
Fyrrverandi generalurin var ovasti í iraksku herleiðsluni, og tað var hann, sum skipaði fyri hópmorðinum, tá 180.000 kurdar í Irak vórðu fyribeindir í 1988. Teir flestu vórðu eitraðir við gassi. Sjálvur sigur Nizar al-Kharzraji, at hann gjørdi bert tað, sum hann hevði fingið boð um at gera.
Síðani tað kom fram alment í Danmark, at maðurin býr í Sorø, hevur løgreglan staðið á varðhaldi við íbúð hansara alt samdøgrið, tí fyrrverandi gene-ralurin vil vera við, at umboðsmenn hjá Saddam Hussein og útlagnir kurdar hava hótt við at beina fyri sær.