Irak kann volda Blair høvuðbrýggj

Tað hava verið fáir dagar í bretskum politikki seinastu tvær vikurnar, ið kunnu lýsast sum keðiligir. Fyrst atkvøddu bretar fyri at fara úr ES og síðan hava flestu av høvuðsfólkunum í bretskum politikki seinastu árini lagt frá sær, so at nærum allir bretskir flokkar skulu velja nýggjan leiðara.


Í dag verða tó formansstríð, brexit og annað gloymt eina løtu, meðan øll eygu venda sær móti Sir John Chilcot, sum í dag almannakunngerð eina drúgva frágreiðing, 2,6 milliónir orð til longdar, ið er úrslitið av sjey ára longum granskingararbeiði, har hann lýsir avgerðina hjá bretsku stjórnini at luttaka í innrásini í Irak.

 
Sir John Chilcot hevur upplýst, at frágreiðingin fer at finnast at einstaklingum og stovnum. Serliga er spenningur knýttur at hvat frágreiðingin sigur um Tony Blair, táverandi forsætisráðharra. Longu nú eru tað fleiri av familjunum hjá teimum 179 bretunum, ið lótu lív í krígnum, ið krevja at Tony Blair ber fram eina umbering fyri avgerðina.


Bretskir miðlar eru tó ymiskir á máli um, hvørs frágreiðingin fer at rætta nakrar serligar atfinningar móti fyrrverandi forsætisráðharranum.


Ein av orsøkunum til tað kann vera, at Sir John Chilcot frammanundan hevur greitt frá, at frágreiðingin tekur ikki støðu til, um innrásin var í trá við altjóða lóg, men fer einans at lýsa alla avgerðartilgongdina, ið gjørdi at Bretland fór í herna fyri trettan árum síðan.


Frágreiðingin verður løgd fram klokkan 11 og verður málið helst reist í parlamentinum klokkan 12, tá tinglimir fáa høvi at seta David Cameron, forsætisráðharra, spurningar.


Mett verður at kríggið, ið vardi í seks ár, kravdi lívið av 179 bretum, 4.487 amerikanarum og millum 90.000 til 600.000 irakum.