Irak-kreppan
Árni Joensen:
Fyrrakvøldið gjørdu USA og Bretland enn eina roynd at fáa trygdarráðið hjá ST at gera eina nýggja samtykt um Irak, eftir at Frakland og Russland sýttu fyri at góðtaka tað upprunaliga uppskotið.
Hesaferð er orðalagið broytt eitt sindur. Í tí fyrra uppskotinum stóð, at sýtir Irak fyri at gera eftir krøvunum frá ST, skal tað bera í sær, at hernaðartiltøk kunnu setast í verk ímóti landinum. Í tí nýggja uppskotinum stendur, at sýtir Irak fyri at eftirlíka krøvunum ella forðar vápnaeftirlitsmonnunum at gera sítt arbeiði, kann tað hava hernaðarlig tiltøk við sær. Men fyrst skal málið fyri trygdarráðið. Amerikanarar og bretar siga, at broytingin gevur irakum ein eyka møguleika at gera eftir krøvunum hjá ST.
Men russar eru framvegis ikki nøgdir. Russiski ST-sendimaðurin, Sergej Lavrov, segði í gjár, at stjórnin í Moskva kann framvegis ikki góðtaka uppskotið. Hann vildi tó ikki siga, um Russland fer at nýta sín sýtingarrætt, kemur hetta uppskotið til atkvøðugreiðslu.
ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, hevur sagt, at hann vil fegin hava øll tey fimtan londini í trygdarráðnum at atkvøða fyri tí endaliga uppskotinum. Umframt teir føstu limirnar USA, Russland, Kina, Bretland og Frakland eru Meksiko, Kameroun, Singapore, Bulgaria, Noreg, Demokratiska lýðveldið Kongo, Guinea, Írland og Sýrialand limir í trygdarráðnum í løtuni.