Fyrr í summar takkaði Inter Milan legendan, Javier Zanetti, fyri seg í felagnum. Javier Zanetti, ið spældi við felagnum frá 1995 til 2014 er høgt í metum í italienska stórfelagnum.
So mikið høgt er hann í metum, at leiðslan í felagnum nú hevur valt, at eingin leikari í framtíðini sleppur at leika í troyggju nummar 4. Nummarið er tískil friðað.
Harafturat boðar felagið frá at Javier Zanetti nú skal vera nýggjur vicepresidentur í italienska stórfelagnum.
Hetta er ikki fyrstuferð, at Inter Milan friðar eitt troyggjunummar. Troyggja nummar 3 er somuleiðis eisini friða í felagnum. Í tí troyggjuni spældi fyrrverandi vinstri bakkurin, Giacinto Facchetti.