Ein brúkari á sosiala miðlinum, Instagram, hevur lagt eitt sjónbandabrot út av málinum hjá B36 í 1.deild móti B68. Brotið inniheldur ein sannan rennitúr, har Sandri Færø rennur frá allari verjuni hjá B68 og leggur bóltin fyri føturnar á Andrassi Johansen, sum skorar.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja málið (Via B68TV)
Rennitúrurin minnur ikki sørt um eitt tiltikið mál hjá walesiska Gareth Bale, tá hann í sponsku steypafinaluni í 2014, rann frá verjuni hjá FC Barcelona og skoraði. Brúkarin á Instagram, sum hevur heitið 433, hevur brúkt spansku frásøgnina frá tiltikna málinum, men brúkar sjónbandabrotið hjá B68 av málinum. Síðani verður spurt í teksinum, um hatta er Gareth Bale.
Til ber at síggja brotið á Instagram við at trýsta HER
Hetta hava brúkaranir tikið væl ímóti, tí heili tvær milliónir ferðir er sjónbandabrotið avspælt. Hartil eru eisini nógvar viðmekringar. Sandri Færø hevur eisini spælt við AB, har hann í 2014 og 2016 spældi í bestu deidini í Føroyum.
Hann er av fótbóltsfamilju. Pápin og abbin eru fyrrverandi landsliðsspælararnir, Oddmar og Odmar Færø. Eldri beiggin er núverandi føroyski landsliðsspælarin, Odmar Færø, sum nú spælir í Hamkam í Noreg.