Insignia stationcar í apríl 2009

Opel avdúka nú myndir av Insignia Sports Tourer, ið er stationcar útgávan av nýggja Insignia, sum kemur á marknaðin fyrst í komandi ári.

Opel Vectra verður fyrst í komandi ári avloystur ein einum heilt nýggjum Opel Insignia, ið verður gjørdur sum hatchback og sedan. Í apríl 2009 kemur Insignia Sports Tourer, sum er stationcar útgávan. Bilurin verður at síggja á altjóða bilaframsýningini í Paris, sum verður frá 4. til 19. oktober.


Insignia Sports Tourer er ein rættuliga stórur bilur, hann er 4,91 m langur, 8 cm longri enn hatchback og sedan útgávurnar. Viðførisrúmið verður 540 litrar.


Insignia Sports Tourer kemur á marknaðin í apríl 2009.


mg