Inntøkurnar eru ov lágar

Sambandsflokkurin ætlar sær á Fólkating at samráðast við danir um ríkisveitingina

- Ríkisfelagsskapurin skapar støðufesti, tryggleika og vælferð, er boðskapurin hjá Sambandsflokkinum, nú fólkatingsvalið stundar til, og man ikki onkur tanki eisini vera skonktur løgtingsvalinum seinni í ár?

 

 

Sambandsflokkurin hevði í morgun tíðindafund, har flokkurin legði fram valskrá sína til fólkatingsvalið, og eitt stendur heilt fast. Sambandsflokkurin er sambandsflokkur við stórum S.

- Lat ongan iva vera um hetta: Sambandsflokkurin fer á Fólkating at útvikla ríkisfelagsskapin, ikki fyri at avtaka hann, legði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins dent á í framløgu síni.

 

 

- Vit eru einast flokkur, ið fult gongur inn fyri ríkisfelagsskapinum og vit fara ikki niður á fólkating fyri at avtaka fólkatingssessirnar, greiddi Kaj Leo Holm Johannesen frá.

 

 

Sambandsflokkurin metir, at føroyingar hava best møguleika at menna vælferðarsamfelagið í ríkisfelagsskapinum.

- Komandi árini fara útreiðslurnar hjá landskassanum at økjast nógv. Komandi árini vera sera avbjóðandi hjá føroysku stjórnini, og tað verður tørvur á øllum inntøkum, sum vit kunnu fáa. Líka mikið um vit eru sambandsfólk, loysingarfólk, javnaðarfólk ella tjóðveldisfólk, so fara góðar 750 milliónir krónur at mangla í árliga, komandi 50 árini, segði løgmaður.

 

Tað gjørdist tí greitt á tíðindafundinum í morgun, at Sambandsflokkurin ætlar sær á Fólkating at samráðast við danir um at hækka donsku ríkisveitingina til Føroya.

- Vit fara ikki at seta tal á, sum vit gjørdu seinast. Ei heldur verður talan um at hækka blokkin beinleiðis. Vit fara tó at samráðast við danir, har vit greiða frá, at útreiðslurnar til til dømis serviðgerð og heilivág økja nógv og at føroyska heilsuverkið viknar orsaka av hesum, greiðir Kaj Leo Holm Johannesen frá, og minnir á, at heimastýrislógin ásetir at vælferðartænasturnar í ymisku pørtunum í ríkinum skulu vera á sama støði.

 

- Tey økini, sum enn ikki eru yvirtikin, fyrst og fremst heilsuverkið, pensjónirnar og serforsorgin, eru øll øki, sum fara at tyngja føroyska búskapin nógv komandi árini. Tí ætla vit at fáa eina avtalu í lag við danskar myndugleikar, um at fíggja part av hesum útreiðslunum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Sambandsflokkurin fer eisini at virka fyri at fáa betri handilsavtalur í lag við ES.

- Okkara fólkatingslimur hevur víst á, at verandi avtala við ES kostar okkum sera nógv hvørt ár. Tí er neyðugt við eini dagføring av handilsavtaluni við ES, segði Kaj Leo Holm Johannesen.

 

- Ein nútímans atgongd til ES-marknaðin fer at skapa nýggj arbeiðspláss í føroysku vinnuni og styrkja føroyska búskapin, við tað at marknaðurin hjá føroyskum fiskafyritøkum serliga, fer at vaksa, segði løgmaður.

 

- Sambandsflokkurin fer á Fólkating fyri at hava maksimala ávirkan. Aðrir flokkar tosa heldur fjákut um, at teir skulu vera føroyska røddin á fólkatingi. Sjálvandi eru vit allir føroyska røddin, hvør onnur rødd skuldu vit verið, spurdi løgmaður retoriskt.