Inntøkur landskassan 150 milliónir minni

Sambært Aksel V. Johannesen er fíggjarpolitikkurin hjá landsstýrnum miseydnaður. Inntøkurnar eru 150 mió lægri enn ætlað

Sambært formanni Javnaðarfloksins, so er tað ikki eydnast landsstýrinum at minka hallið á fíggjarlógini. Í fyrispurningi til Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, vísir hann á, at inntøkur landskassans í ár verða 150 milliónir krónur lægri, enn tað, sum landsstýrið hevur ætlað.

 

Tí hevur hann sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum hesar spurnignar:

 

– Hvussu nógv verður mett, at skatta- og avgjaldsinntøkur landskassans fara at hækka í inniverandi ári sambært samtyktu fíggjarlógini, um samanborið verður við staðfestu skatta- og avgjaldsinntøkur landskassans í ársroknskapinum fyri 2012?

 

– Hvussu nógv eru samlaðu skatta- og avgjaldinntøkur landskassans hækkaðar fyrstu 8 mánaðirnar í 2013 í mun til sama tíðarskeið í 2012?

 

– Var hallið hjá landskassanum hægri ella lægri fyrstu 7 mánaðirnar í inniverandi ári samanborið við sama tíðarskeið undanfarna ár sambært leiðslukunningarskipanini hjá Gjaldsstovuni?

 

– Út frá gongdini av inntøkum og útreiðslum landskassans higartil í ár, verður so mett, at hall landskassans verður 243 mió kr., sum ásett í fíggjarlógini, um sæð verður burtur frá gjaldførinum hjá fyrrverandi Landsbankanum, sum helst verður flutt landskassanum í inniverandi fíggjarári?

 

– Alt bendir á, at fíggjarpolitikkurin hjá samgonguni er miseydnaður, sigur Aksel V. Johannesen, sum hevur hesar viðmerkingar í sambandi við fyrispurningin:

 

»Árini 2010 og 2011 lækkaði hall landskassans úr smáum 700 mió. kr. niður í 322 mió. kr.

 

Í november 2011 fingu vit nýggja borgarliga samgongu. Fólkaflokkurin við Jørgeni Niclasen loysti Javnaðarflokkin av í fíggjarmálaráðnum.

 

Longu fyrsta árið kundu vit staðfesta, at positiva gongdin frá 2010 og 2011 við skjótt minkandi landskassaundirskoti, gjørdist negativ.

 

Landskassaundirskotið vaks í 2012, og nú bendir alt á, at hallið verður enn størri fyri fíggjarárið 2013.

 

Ætlaða hall landskassans í fíggjarlógini fyri 2013 er 243 mió kr. Higartil í ár bendir alt á, at hetta ikki fer at halda.

 

Verða inntøkutølini frá skatti og avgjøldum í roknskapinum fyri 2012 samanborin við inntøkutølini í fíggjarlógini fyri 2013, sæst, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum væntar, at skatta- og avgjaldsinntøkur landskassans verða góðar 200 mió. kr. hægri í 2013, enn tær vóru í 2012.

 

Men sambært heimasíðuni hjá TAKS eru avgjaldsinntøkurnar hjá landskassananum fyrstu 8 mánaðirnar hækkaðar við sløkum 30 mió kr., samstundis sum skattainntøkurnar eru lækkaðar við slakari millión í sama tíðarskeiði. Samlaðu inntøkur landskassans eru hækkaðar við áleið 29 mió. kr. higartil í ár í mun til sama tíðarskeið í 2012. Við at framskriva tølini til ársenda sæst, at inntøkuvøksturin verður áleið 45 mió. kr. og ikki tær ætlaðu áleið 200 mió. kr.

 

Við hesi gongd verða inntøkur landskassans væntandi meira enn 150 mió. kr. lægri enn fíggjarmálaráðharrin upprunaliga metti. Sostatt verður hallið aftur vaksandi í 2013.

 

Leiðslukunningarskipanin hjá Gjaldstovuni gevur somu mynd. Har sæst, at fyrstu 7 mánaðirnar av  árinum var hall landskassans 268 mió kr., meðan hallið fyri sama tíðarskeið í fjør ”einans” var 243 mió. kr.  

 

Gjaldføri Landsbankans verður helst flutt og inntøkuført hjá landskassanum í inniverandi fíggjarári, eftir at samgongan niðurlegði bankan 1. april 2013. Talan er tó ikki um eina veruliga inntøku, men einans um eina flyting millum tveir almennar kassar.

 

Hetta er næsta árið hjá sitandi samgongu, og næsta árið hjá Jørgeni Niclasen í fíggjarmálaráðnum.

 

Tølini eru greið: Annað árið á rað hækkar undirskotið hjá landskassanum, og merkir hetta, at búskaparpolitikkurin, har samgongan ætlaði at koma hallinum til lívs, er miseydnaður.«