Aðalfundur
Í sínari formansfrágreiðing til aðalfundin leygardagin, vísti formaðurin í Maskinmeistarafelagnum á tað, sum ólavsøkupakkin sigur um inntøkutrygd fiskimanna.
- Her verður sagt, at inntøkutrygdin eigur at vera ein spurningur millum avvarðandi vinnufeløg, nevniliga millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini. Hvussu inntøkutrygdin verður skipað frameftir, eigur at vera upp til feløgini sjálvi at gera av.
Á aðalfundinum kunnaði Páll Hansen um arbeiðsbólkin, sum settur varð at viðgera inntøkutrygdina og til at gera eitt tilmæli til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard. Tey, sum hava umboð í hesum bólki, eru manningarfeløgini, Meginfelag Útróðrarmanna, Føroya Reiðarafelag og Ráfiskaseljarafelagið. Alfred Petersen, advokatur, varð valdur til formann, og Thomas Magnussen til skrivara hjá arbeiðsbólkinum.
Í síni formansfrágreiðing veit formaðurin í Maskinmeistarafelagnum at siga, at bólkurin hevur kannað hagtøl og skipanir í Noreg, Danmark og Íslandi.
- Í Noreg er ein skipan, sum verður fíggjað við avgjaldi av landingum. Í Danmark er sáttmáli millum Danmarks Fiskeriforening og Faglig Fælles Forbund um eina minstu hýru. Íslendingar hava eisini eina skipan, segði hann.
Páll Hansen helt, at líkamikið, hvat gjørt verður við inntøkutrygdina, verður neyðugt at hava eina ella aðra skipan við minstaforvinningi.
- Hetta mál hevur ivaleyst størsta áhugan hjá Føroya Fiskimannafelag og Meginfelag Útróðrarmanna.
Samanumtikið helt formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, at tá ein lóg er vorðin so gomul, sum lógin um inntøkutrygd er, tolir hon helst at verða endurskoðað.