Inntøkuføra Eysturoyartunnil

Í 2016 skal landskassin, sambært fíggjarkørmunum hjá landsstýrinum, fáa 12 milliónir krónur í inntøku av Eysturoyartunnlinum.

Ikki tí at nakar tunnil tá er gjørdur, men tí at tá skal tann, ið hevur vunnið kappingina um at gera tunnilin, gjalda 12 milliónir krónur fyri tær fyrireikingar, sum tað almenna næstu árini skal gera og landskassin gjalda.

Í ár skulu brúkast seks milliónir krónur til at fyrireika eina komandi útbjóðing av arbeiðnum at gera undirsjóvartunnil millum Streymoy og Eysturoy, og landsstýrið ætlar at brúka somu upphædd, seks milliónir krónur, til endamálið næsta ár.

Í 2015 verða so eingir pengar játtaðir til Eysturoyartunnil, men í 2016 skulu pengar renna innaftur í landskassan.

Í fíggjarkørmunum hevur landsstýrið inntøkuført 12 milliónir krónur í 2016 frá Eysturoyartunnlinum. Tær 12 milliónirnar skal tann, sum fær arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin, gjalda fyri tær fyrireikingar og kanningar, ið almennu Føroyar hava goldið fyri í ár og næsta ár.

Leggjast kann afturat, at sambært fíggjarkørmunum skal yvirskot vera á fíggjarlógini fyri 2016. Yvirskotið verður tríggjar milliónir krónur.