Innrás av skótum í Havn

Stórt skótatiltak verður seinnapartin á Vaglinum í Havn

Seinnapartin skipar Skótalið KFUMs í samstarvi við Skótafylki Sigmundar Brestisson og Havnar KFUK skótum fyri stórum skótadegi í Tórshavn.

Júst sum í gomlum døgum fer ein rúgva av skótum at møtast á Vaglinum klokkan 14 í dag.

 

Fyri skótar er dagurin í dag ein heilt serligur dagur. Tann 22. februar er føðingardagurin hjá Lord og Lady Baden-Powell, sum eru fólkini, ið stovnaðu skótarørsluna.

Dagurin verður nevndur Hugsunardagur, og um allan heim skipa skótar fyri tiltøkum, og ljós verður varpað á skótar og teirra arbeiði.


Í Føroyum hevur verið vanligt, at skótarnir bjóða til eina serliga skótaguðstænastu, har seinasta brævið, sum Baden-Powell skrivaði til heimsins skótar, verður lisið upp. Guðstænastan, sum er klokkan 18 í Havnar Kirkju, er almenn.

 

Skráin fyri dagin sær soleiðis út:

14:00 Møta á vaglinum og deila upp í bólkar

14:30 Hugsunardagurin verður settur av Heðini Mortensen, borgarstjóra 
14:45 Postarrenning

17:00 Legubál uppi á KFUK trøðni

18:00 Kirkjugongd í Havnar Kirkju

19:00 Døgurðabiti og aftaná leiðarahugni.