Pætur Zachariasson, sangari í Boys In A Band, helt, at teir kanska vóru fyrsti gøtubólkur, sum hevur spælt á Summarfestivalinum. Nú veit eg ikki hvør definitiónin av einum gøtubólki er, men hvussu er og ikki, so hava Boys In A Band í øllum førum gjørt eina ordiliga innrás í Klaksvík og vunnið nógv áskoðarahjørtu við hesari framførsluni.
Um Boys In A Band nakrantíð hava spælt eina vánaliga konsert veit eg ikki, men konsertin á summarfestivalinum var enn ein frálík konsert við hesum frálíka bólki.
Heilt fitt av fólki var savnað í Flagstjaldinum, og sluppu at dansa við til nærum øll løgini av Black Diamond Train fløguni, og eitt nýggjari lag, sum eg ikki kendist við.