Innlendismálaráðið ger ikki meira við meirilutan í Tórshavnar Býráð

Stutt fyri jól klagaði minnilutin í Tórshavnar Býráð meirilutan til kommunala eftirlitið hjá Innlendismálaráðnum fyri at hava keypt Degns Hús fyri fimm millónir krónur. Í skrivi dagfest hósdagin 26. januar, verður tó staðfest av Innlendismálaráðnum, at klagan verður ikki viðgjørd.

Kommunalt eftirlit
 
 
Í skrivinum stendur m.a., at Kommunala eftirlitið er eitt lóggildiseftirlit (legalitetseftirlit), tvs. at kommunalaeftirlitið skal ansa eftir, at kommunan, í hesum førinum Tórshavnar kommuna, hevur tikið sínar avgerðir sambært galdandi lóg, og at kommunan ikki hevur sett lóggávu ella galdandi rætt til viks.
Kommunala eftirlitið tekur ikki støðu til, um kommunalar avgerðir, ið eru tiknar innan fyri lógarinnar kamramr, eru rímiliogar ella um tær eru skilagóðar ella ikki.
Sostatt ger Innlendismálaráðið ikki meira við málið.
Sjálvur metir Heðin Mortensen, borgarstjóri, ikki at keypið hevur verið við til at hækkað  sethúsaprísirnar í høvuðsstaðnum.
- Nei, hetta er nakað heilt serstakt, tí ikki øll eiga hús á Vaglinum, og tað er so ymiskt, hvat hús kunnu brúkast til, sigur Heðin Mortensen.