88 ára gamli Frans pávi hevur verið innlagdur í fýra dagar við trupulleikum við andadráttinum. Hann er viðgjørdur fyri bronkitis. - Mynd: Yara Nardi

Innlegging hjá pávanum verður nú lýst sum kompleks

Í mun til tað sum áður er sagt um innlegging pávans, so verður nú sagt, at hann er í »eini kompleksari støðu«

88 ára gamli Frans pávi hevur verið innlagdur í fýra dagar við trupulleikum við andadráttinum. Hann er viðgjørdur fyri bronkitis. - Mynd: Yara Nardi

Hesum boðaði Vatikanið frá dag, sambært Reuters.

 

88 ára gamli Frans pávi hevur verið innlagdur í fýra dagar við trupulleikum við andadráttinum.

 

Nýggjastu úrslitini vísa, at pávin hevur smittu í andadráttinum. Hann fær súrevnisviðgerð, skrivar AFP.

 

Í fráboðanini stendur, at viðgerðin hjá pávanum á sjúkrahúsinum í Rom broytist, og at hann er í eini "kompleksari" støðu.

 

Pávin fylgdi sunnudagsbønini og messuni í sjónvarpi á sjúkrahúsinum.

 

Tað var bert aðru ferð í nærum 12 ár hjá Frans páva í embætinum, at hann mátti gevast við at leiða vikuligu bønina sum leiðari í katólsku kirkjuni.

 

 

 

/Ritzau/

 

88 ára gamli Frans pávi hevur verið innlagdur í fýra dagar við trupulleikum við andadráttinum. Hann er viðgjørdur fyri bronkitis. - Mynd: Yara Nardi