Innflyta olju fyri allan landsskattin

Føroyar innfluttu í fjør olju fyri 1.250 milliónir krónur. Í kjaksendingini í Rás2 í dag klokkan 16 verður umrøtt, hvussu vit kunnu minka føroysku oljunýtsluna

Føroya innflutt í fjør olju fyri 1.250 milliónir krónur. Í kjaksendingini í Rás2 í dag klokkan 16 verður umrøtt, hvussu vit kunnu minka føroysku oljunýtsluna.

 

Við pallborðið í sendingini, sum verður at hoyra á Rás2 millum klokkan 16 og 17 sita umframt vertin Óla Breckmann:

Kári Mortensen, leiðari á orkudeildini hjá Jarðfeingi

Finn Jakobsen, tekniskur leiðari hjá SEV

Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Smyril Line, nevndarlimur í Magn og stjóri á Pf. Skansa, sum ger supplyskip út.

 

 

Oljuprísurin fallin 1/3

 

Gott fyri føroyskar brúkarar og handilsjavnan. Men ringt fyri oljuframleiðarar.

 

Saudi Arabia, størsta oljuframleiðaraland í heiminum, avgjørdi herfyri á fundi í OPEC, at landið fór ikki at minka sína framleiðslu fyri at steðga prísfallinum á olju.

 

Oljan er lækkað úr $110 pr tunnu í summar niður í $65 hesa vikuna, ið man vera lægsti prísur síðan 2005, tá oljan fór at hækka heilt upp í $147 fyrst í 2009.

 

Síðan tá hevur oljan ligið beint niðan fyri $100 tunnuna til í summar, tá hon toppaði aftur og síðan stórfall í prísi.

 

Tey siga, at Saudi Arabia letur oljuprísin falla, tí saudiarabisk olja kostar bara $5 pr tunnu at fáa úr jørðini, meðan USA má gjalda yvir $ 40 fyri at fáa eina oljutunnu upp. Fellur oljuprísurin niður um framleiðsluprísin í USA, loysir oljuvinnan seg illa í har.

 

Men oljuprísfallið rakast meinast Iran og Rusland, sum fáa yvir helmingin av síni valutainntøku frá olju. So Rusland og Iran eru illa sperd.

 

Annars hevur USA økt sína oljuframleiðsu 50% síðan 2009, tí nýggir mátar, ’fracking’ eru uppfunnir til at økja framleiðsluna av olju og nátúrgassi, hóast Obama-stjórnin hevur ført kríggj móti olju og koli sum brennievni.

 

Langtíðar orsøkin til oljuprísfallið á heimsmarknaðinum er serliga tann økta framleiðslan av amerikanskari olju, sum komandi ár hækkar úr 9 milliónum upp í 10 miljónir tunnur um dagin.

 

---

 

Men so heim til Føroya, sum er lutfalsligur stórbrúkari av olju.

 

Okkara fiskivinna brennur yvir 40% av okkara oljuinnflutningi.

 

Húsoljan fer við eini 25%, flutningur eftir landi brennur 25%, og SEV eini 10%.

 

Í 2013 innfluttu Føroyar fyri 1.250 mió kr í brennievni. (Tað svarar til allan landsskattin!).

 

Sostatt umboðar oljan 20% av øllum innflutninginum. (Hin vegin kostar hon eisini 1/5 av øllum Føroya útflutningsvirði).

 

Tíbetur setti føroyska útflutningsvirðið met í fjør.

 

Oljan hevði annars tyngt handilsjavnan nógv meir, um vit ikki høvdu so stóran útflutning í fjør.

 

---

 

Oljuprísurin hevur sveiggjað harðliga farnu 20 árini. So seint sum í 1997 kostaði ein tunna av olju bert $10. Longu 12 ár seinni, í 2009, toppaði hon sum sagt uppi á $147.

 

Síðan tá er hon so meiri enn hálverað í prísi.

 

Heldur oljan sær sum nú niðri á $60 fyri tunnuna, so spara Føroyar eina hálva milliard krónur í minni innflutningi í 2015.

 

Tað er gott fyri føroyskar brúkarar, vinnulívið og handilsjavnan.

 

Men meðan amerikanski bensin- og dieselprísurin við bilpumpurnar longu er fallin úr 5 kr niður í 3 kr liturin, kostar tað lítið minni enn higartil at fylla sær brenniolju- og biltangan í Føroyum.

 

Høvuðsorsøkin til tess er, at hitt almenna tekur sín ríkiliga lut av bensin- og dieselprísinum í avgjøldum. Eisini sita oljufeløgini her við olju á goymslu, sum er keypt fyri $100 tunnuna, so prísurin við pumpuna og fyri húsolju fer at falla eina góða løtu enn.

 

---

 

Men Føroyar skuldu helst farið at framleiða olju, og tá er ’gott’, um oljan er dýr. Hvussu verður so við boring eftir olju á føroyska sjóøki?

 

Frægasta boðið er, at eftirspurningurin eftir olju í heiminum helst fer at økjast sum higartil, so fyrr heldur enn seinni fara útlendsk feløg aftur at bora í føroyska havbotninum. Kanska enda vit sum útflytari av olju.

 

---

 

Hvussu kunnu vit annars minka um føroysku oljunýtsluna?

 

Fyrst mugu vit uppi á landi bjálva okkara hús betur.

 

Síðan mugu vit á sjónum minka talið á skipum, so tey fiska meiri í part fyri minni olju. (Motorarnir verða helst meiri effektivir).

 

SEV hevur gjørt framstig við síni fyrstu størri vindmyllulund. Verða tær fleiri, og verður ein skipan gjørd við at selja avlopsorku um náttina til eitt nú at hita hús og til at løða battarí í elbilum, so kundu vit spart nógva olju.

 

Hesir og líknandi spurningar verða viðgjørdir í kjakinum her á Rásini í dag. Við pallborðið sita (umframt vertin) Kári Mortensen, leiðari á orkudeildini hjá Jarðfeingi, Finn Jakobsen, tekniskur leiðari hjá SEV, og Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Smyril Line, nevndarlimur í Magn og stjóri á Pf. Skansa, sum ger supplyskip út.