Innflutningurin til Føroyar vaks við 800 milliónum krónum fyrstu ellivu mánaðirnar í fjør. Tilsamans innfluttu føroyingar vørur fyri 6,6 milliardir krónur fyrstu ellivu mánaðirnar í 2017, ið er ein vøkstur á 14 prosent frá fyrstu ellivu mánaðirnar í 2016, tá føroyingar innfluttu vørur fyri 5,8 milliardir krónur. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.
Hagstovan skrivar, at vøksturin í innflutninginum sæst aftur í so at siga øllum vørubólkum. Einasta undantakið er í vørubólkinum maskinur og amboð, men har var innflutningurin so óvanligur stórur í 2016, at hóast talan er um eina minking í 2017, so er talan framvegis um, at nógv er innflutt av hesum vørum.
Hinvegin er størsti innflutningurin í vørubólkinum brennievni, har føroyingar munandi meira enn fyrstu ellivu mánaðirnir í 2016.
- Størsti vøksturin við 286 mió. kr. er í brennievni, tað eru 49% meir enn sama tíðarskeið árið fyri. Í nøgd er innflutningurin av brennievni vaksin við 21%. Brennievni er nú eisini vorðin triðstørsta innflutningsvøra eftir høvuðsbólkum, við 13% av øllum innflutninginum, skrivar Hagstovan.