Innflutt fyri 300 milliónir minni

Fyrra hálvár fluttu vit inn vørur fyri 300 milliónir krónur minni enn í fjør, og er tað ein minking upp á 11 prosent, vísir ein nýggj uppgerð frá Hagstovuni.

Fyrra hálvár fluttu vit inn vørur fyri 300 milliónir krónur minni enn í fjør, og er tað ein minking upp á 11 prosent, vísir ein nýggj uppgerð frá Hagstovuni. Samlaði innflutningurin fyrra hálvár í ár var 2.623 milliónir krónur, samanborið við 2.954 milliónir krónur fyrra hálvár í fjør.

Tað eru serliga í trimum bólkum, at minkingin er stór,og er talan um bólkarnar maskinur og amboð, brennievni og bólkurin skip og flogfør.

Í bólkinum maskinur og amboð er minkingin 37 prosent ella 142 milliónir krónur, og Hagstovan heldur, at ein partur av orsøkini til minkingina her kann vera, at í fjør komu fleiri vindmyllur til landið.

Tað er eisini stór minking í bólkinum brennievni, har oljuprísurin er høvuðsorsøkin, og tá talan er um skip og flogfør, hevur ikki verið stórvegis innflutningur í ár - bara 18 milliónir krónur ímóti 121 milliónum í fjør.

Eisini er innflutningurin av tilfari til byggivinnuna og annan ídnað minkaður eitt sindur, men her er minkingin ávikavist eitt og tvey prosent. Hinvegin er vøkstur í innflutningi av rávøru til fiskavirking, og eisini eru innflutt fleiri akfør í ár, samanborið við fyrra hálvár í fjør.

Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er umleið tann sami sum í fjør.