Føroyingar innflyta ikki eins nógv í ár sum í fjør. Tað boðar Hagstova Føroya frá í dag.
Fyrstu sjey mánaðirnar í ár er innflutningurin minkaður við 347 milliónir krónur samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Umroknað til prosent er tað ein minking á tíggju prosent.
Ein av teimum vørubólkunum, ið hevur stóran ávirkan á sveiggjunum í slíkum hagtølum, er skip og flogfør. Um tann vørubólkurin ikki er taldur við, so er minkingin 242 milliónir krónur minni ella sjey prosent. Tað vil siga ein minking á góðar 100 milliónir krónur.
Størsta orsøkin til stóru minkingina er lági oljuprísurin, tí innflutningurin verður jú máldur í krónum. Minkingin í innflutningi av brennievnum er 182 milliónir krónur ella 26 prosent.