Innflutningurin fyri fyrra hálvár 2024 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 5,1 milliard krónur. Innflutningsvirðið minkaði 852 milliónir krónur.
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 72 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 574 millión krónum, ella 31 prosentum. Hetta er fyri tað mesta skip.
##med2##
Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til endaliga nýtslu er minkaður 271 millión krónur, ella sløk 11 prosent.
Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 119 milliónir krónur, ella sløk 6 prosent. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini minking í innflutningi av flutningstólum og tilfari til alivinnuna.
Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum.
##med3##
Uppsetanin av talvunum fyri innflutning og útflutning eru broyttar. Eitt nú kann bæði inn- og útflutningur veljast í øllum talvum. Somuleiðis kann bæði virði og nøgd veljast í øllum talvum.
Nýggja SITC talvan (UH01026) minnir um gomlu talvurnar (UH01020 og UH01021). Annars eru hesar broytingar:
- Farið verður frá 4. útgávu av BEC til 5. útgávu.
- Fyri fiskavørur brúka vit ISSCFC flokkingina hjá FAO.
- Fiskasløgini fylgja flokkingini MCS (Main Commercial Species) hjá The European Market Observatory for fisheries and aquaculture products (EUMOFA), sum ES nevndin hevur sett á stovn. Harumframt ber í hesi talvu til at síggja, hvussu fiskurin er viðgjørdur og hagreiddur.
Í ISSCFC eru nógvar vørur og tískil ber til at leita tær vørur fram, brúk er fyri. Leitast kann eftir kotum og teksti.
Í løtuni er alt ikki umsett til føroyskt. Haldið okkum til góðar. Í ISSCFC talvuni ber til at leita á enskum. Ætlanin er, at alt við tíðini verður umsett til føroyskt.