Maðurin, sum fyrr í kvøld, breyt inn í læknaviðtaluna í Kollafirði, er nú latin leysur aftur.
Tað var um náttúrðatíð, at løgreglan fekk fráboðan um, at onkur var í ferð við at bróta inn í læknaviðtaluna í Kollafirði.
Les eisini: Breyt inn til læknan í Kollafirði
Løgreglan tók mannin á búri og førdi hann til Havnar til avhoyringar.
Í tí sambandi skuldi støða takast til um maðurin skuldi leyslatast aftur, ella um hann skuldi førast fyri rættin við tí endamálið at fáa hann fyribils fongslaðan ímeðan løgreglan kannar málið, áðrenn maðurin aftur fer í rættin til endaliga dómsviðger.
Men løgreglan sigur í kvøld, at tá ið maðurin var avhoyrdur, varð hann leyslatin aftur. Hann er kortini framvegis skuldsettur fyri innbrotið.
Løgreglan fer so aftur at kanna málið í morgin og tá fer eisini læknin at gera goymsluna upp fyri at vita um nakað av heilivági manglar.