Ein ungur maður hevur viðgingið innbrotið í Marco Polo í Havn seinasta fríggjadag.
Innbrotið varð gjørt seinasta fríggjadag, og longu fríggjadagin fann politiið tjóvin.
Hann viðgekk at hava framt innbrotið.
Eigarin av Marco Polo upplýsti, at umleið 20 fløskur av brennivíni vóru horvnar, men kriminalpolitiið heldur, at hann hevur tikið heldur rívan til.