Í vikuni visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga frá einum innbroti og herverki á einum lestrarstovni í høvuðsstaðnum.
Talan var um Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, sum hevði havt innbrot og herverk.
Her vóru vakmyndatól, sum avdúkaðu, hvør hevði fram innbrotið, og vísti tað seg, at talan var um fleiri persónar, sum vóru saman um hetta.
Tá løgreglan varð spurd, um talan var fólk, tey kendu í øðrum samanhangi í samband við slík brotsverk, var svarið, at soleiðis var ikki.
Í morgun visti vaktleiðarin at siga, at innbrotið nú endaliga er uppklárað, og løgreglan hevur fingið fatur øllum í teimum, sum framdu brotsverkið.
Vaktleiðarin sigur í morgun, at talan var um ungfólk, sum framdu brotsverkið, har øll eru undir 15 ár.