Í nátt varð ringt til løgregluna at boða frá, at innbrot hevði verið á Zarepta í Vatnsoyrum. Løgreglan sigur, at innbrotstjóvarnir hava brotið ein rút fyri at sleppa inn.
Enn vita tey ikki, hvat tjóvarnir hava verið eftir, men løgreglan sigur, at hesum fáa tey helst greiði á rættiliga skjótt. Løgreglan sigur nevniliga, at tey hava videoupptøkur av staðnnum, so tey hava eina rættiliga góða hylling á, hvørjir tjóvarnir eru. Tey hava eisini sett nøvn á onkur av teimum á myndunum, og har verður bankað upp á hjá teimum hvørja løtu.
Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið avbera friðarligt í gjár og í nátt.