Innbjóðing til stjóran á SSL

Góði Hilmar.

 

Tað er gleðiligt at frætta aftur frá tær, ikki minst um ta góðu gongdina.

 

Tú byrjar aftursvarið við at undrast á, at eg ikki havi boðið tær vælkomnum enn.

 

At verða skýrdur fyri ikki at vera gestablíður tekur sera fast hjá einum suðuroyingi, tí gestablídni er nakað, sum suðuroyingar vanliga eru kendir fyri at hava í ríkiligt mát.

 

Tað undrar meg, at tú als ikki minnist, at eg skrivaði tær eini boð 14. apríl 2014 á Facebook.

 

Minnist meg rætt, var tað júst um tað mundið, tá tað bleiv kunngjørt, at tú hevði fingið starvið sum stjóri á SSL.

 

Eg loyvi mær her at endurgeva boðini, eg sendi tær á Facebook:

 

 

Hey Hilmar..

Til lukku við starvinum..

Eg eri formaður í havnanevndini á Tvøroyri og havi verið á fundum saman við SSL seinasta árið.

Vit gleða okkum at fáa nýggjar kreftir í SSL og ynskja tær góðan byr við starvinum.

Gev okkum eitt prei næstuferð tú leggur leiðina suður, soleiðis, at vit kunnu rættiliga bjóða tykkum vælkomin og fáa eitt kaffiprát saman við borgarstjóranum.

 

Vinarliga

 

 

14. apríl 2014

 

 

Tú svaraði siðiliga aftur, men síðani hoyrdist einki aftur. 

 

Eg kann leggja afturat, at eg havi verið forbí á Sjógøtu meiri enn ta einu ferðina.

 

Nú jóansøkan liggur fyri framman, vil eg enn einaferð heita á teg um at loyva mær at vísa tað so væl kenda suðuroyargestablídnið og bjóða tygum til ein betri bita heima hjá okkum.

 

Spyrt tú á skrivstovuni, fært tú at vita, hvar í býarmyndini, vit búleikast. 

 

Letur tað seg ikki gera, vil eg halda eitt vakið eyga við, nær ljós er í hornakontórinum og støkka inn aftur á gólvið á Sjógøtu til eitt kaffiprát um áhugaverdu átøkini hjá SSL.

 

Eg vil annars takka fyri góða kunning um verandi framgongd hjá SSL og hvussu nútímans fyritøkur og stjórar eiga at virka og arbeiða.

 

Við vón um at Strandferðslan framhaldandi verður ein partur av gerandisdegnum í Suðuroynni.

 

Bjarni Hammer