Eitt av mínum hjartamálum er inklusión. Í hesum tekstinum fari eg at tala fyri inklusión av børnum í vøggustovu, barnagarði og skúla.
Tað hevur í eitt langt áramál verið siðvenja í alt størri mun at inkludera børn við ymiskum frábrigdum í vanliga umhvørvi. Seinastu árini havi eg gjøgnum mín post sum forkvinna í Javna sæð eitt týðuligt rák beint tvørturímóti. Also, at man aftur í størri mun ger serstovur til børn við serligum avbjóðingum í barnagørðum og skúlum.
Tað er ein gongd, sum vit ikki bara kunnu standa og hyggja at. Tað er ein orsøk til, at Føroyar hava tikið undir við ST-sáttmálanum fyri fólk við breki. Sáttmálin sigur greitt, at børn við serligum avbjóðingum eiga somu rættindi sum onnur børn til ein innihaldsríkan og mennandi gerandisdag.
ST-sáttmálin byggir m.a. á Salamanca samtyktina, sum aftur byggir á gransking og konsensus frá fremstu granskarum innan hetta økið. Niðurstøðan í Salamanca samtyktini sigur, at børn, í tann mun tað upp á nakran máta er gjørligt, eiga at verða inkluderað í vanligar bólkar / flokkar av børnum. Netupp tí væleydnað inklusión er tann hátturin, sum mennir børnini best. Ikki minst børnini, sum onki baga.
Nú hoyri eg fyri mær røddir sum siga, jamen í Danmark riggar tað illa. Ja tað havi eg eisini frætt. Sperðilin skal finnast í, at inklusiónsherferðin í Danmark seinastu árini er gjørd við sparitiltøkum fyri eyga. Altso manglandi starvsfólk og tvørrandi útbúgving / eftirútbúgving av starvsfólkunum.
Ætla vit, at inklusión skal eydnast er tvingandi neyðugt, at tilfeingi fylgir við:
- Hóskandi nøgd av starvsfólki
- Hóskandi vitan um inklusión og førleikar at brúka vitanina í verki
- Hóskandi fysiskar karmar í dagstovnum og skúlum
Við at leggja orku í trivnaðin og menningina hjá børnum frá byrjan vinnur samfelagið margfalt inn aftur í seinna enda.
Sigrun Wardum,
sjúkrarøktarfrøðingur, forkvinna í Javna