Ingilín vil arbeiða meira. Men, nei

Námsfrøðingar hava ábyrgdina av okkara børnum. Kortini eru korini hjá teimum alt annað enn nøktandi. Henda trupulleikan viðgera vit í VikuskiftisSosialurin hesa ferð.

 

 

“Eg kundi hugsa mær at farið upp í tíð, men tað sleppi eg ikki”, soleiðis sigur Ingilín Berg, sum er námsfrøðingur. Hon heldur, at núverandi støðan líkist ongum og í ringasta fall gongur tað útyvir børnini á stovninum, sigur hon.

 

 

“Tað er ein samfelagsgongd í løtuni, at fólk vilja arbeiða minni. Tey vilja ikki brúka alla sína tíð uppá arbeiði, men heldur hava meira frítíð og tíð til familjuna og ítriv” sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag.

 

 

“Eg haldi, at tað er ein leivd frá eini aðrari tíð, tá kvinnur ynsktu at vera heima hjá børnunum”, heldur Ingilín Berg sum sigur seg merkja eina broyting í tí fakinum, hon hevur starvast í seinastu 22 árini.

 

 

Les í VikuskiftisSosialinum hví námsfrøðingar ikki sleppa at arbeiða fulla tíð, og hvussu tað ávirkar starvsfólk og børn á stovninum, at arbeiðsvikan er skipað soleiðis sum hon er.