Ingibjørg og Poul Nolsøe ella Nøddi, sum hann altíð hevur verið nevndur, hava bæði røtur í Heimistovu. Hon er ættað úr Heimistovu í Svínoy og næstyngst av teimum sjey børnunum hjá Annu og Jóannesi bónda. Foreldrini vóru bæði úr Svínoy. Pápi Nødda, Jákup Mikkelsen, var ættaður úr Heimistovu á Uppsølum í Klaksvík. Kona hansara var Cathrina, sum var ættað úr Glasstovuni í Árnafirði. Tey búsettust á Vágsheygnum, og Nøddi er næstyngstur av ellivu systkjum.
Ingibjørg og Nøddi giftust inn í barnaheimið hjá honum, og har búgva tey framvegis. Nógv fólk hevur vitjað, og tey eru mong, sum hava ligið nátt á Vágsheygnum, har gestablídnið altíð hevur verið ógvuliga stórt.
Nøddi hevur alla sína tíð verið sjómaður. Hann hevur róð nógv út við útróðrarbátum av Vánni, og framvegis er Nøddi, sum er føddur 23. september í 1927, egnari hjá Háenni. Onkur skifti hevur hann verið við línubátum. Eitt nú var hann við Jógvani S og Klakki. Tá ið hann var yngri, dámdi Nødda sera væl at fáast við seyð.
Frítíðarítrivini hjá Nødda hava verið tvey. Annað er í Borðoyarvík, har honum dámar so stak væl at vera, og har hann framvegis ofta er á floti. Hitt er fótbólturin. Tað lá væl fyri hjá Heimistovu beiggjunum í fótbólti. Sofus var tiltikin, og Emil var á fyrsta meistaraliðnum hjá KÍ í 1942. Nøddi var á liðnum, sum vann meistaraskapin í meistaradeildini í 1952. Evnini vóru góð, men hann noyddist tíðliga at gevast at spæla. Áhuganum fyri fótbóltinum hevur hann ongantíð slept. Tað er stutt av Vágsheygnum og á plenuna, og Nøddi sær heimadystirnar hjá KÍ í øllum deildunum, og tá ið tað liggur fyri, fylgir hann við í venjingunum.
Ingibjørg, sum er fødd 7. november í 1931, var hjá Odu Kjølbro, tá ið hon sum blaðung kom úr Svínoy og til Klaksvíkar. Seinni arbeiddi hon í køkinum á Sjúkrahúsinum,. Meðan børnini vóru smá, var hon, sum flestu aðrar konur tá í tíðini, heimaarbeiðandi. Tá ið børnini vóru undankomin, var hon í nógv ár væl dámd dagrøktarmamma. Ingibjørg luttekur í nógvum sosialum felagslívi, um tað so er at fara á bingo, at hittast í pensionistafelagnum Hugna og Klaksvíkar Húsmøðrafelag ella í bindiklubbanum.
Ingibjørg og Nøddi eiga fýra børn. Anna býr í Syðrugøtu, Jórun býr á Argjum, Jónfríð býr í Haslev, og Jákup, ið er kendur sum málverji á landsliðnum, flutti fyri einum ári síðani aftur til Klaksvíkar, eftir at hann í níggju ár hevði búð uttanlands. Barnabørnini eru fimtan, og í triðja ættarliðnum eru tvey komin.