TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr :
1) Samrøðu við høvuðsvenjararan hjá VÍF, Inga Olsen, sum viðgongur, at hann var stúrin ta fyrstu løtuna, tá Kyndil var á odda 5-1. Ingi heldur, at VÍF hevði betri orku, og tað gjørdi stóran mun í kvøld, tá VÍF vann ein knúsandi tryggan 32-23 sigur á Kyndli.
2) Hoyr samrøðu við David Edvardsen, Kyndil, sum ásannar, at teir grønu fóru í svart í seinna hálvleiki, har teir ikki megnaðu at flyta bóltin runt og skapa nakað.
3) Hoyr metingarnar hjá Áka Olsen, sum var viðmerkjari til dystin, sum Tróndur Arge segði frá á Rás2 í kvøld.











