Ein av føstu tættunum í nýggju skránni hjá Rás2 er, at einaferð um vikuna kemur ein gestur í studio at velja 5 irriterandi sangir.
Í dag hevur Ingi Sørensen fingið uppgávuna, og hóast hann heldur, at tað var trupult at fara í holt við at finna sangirnar, so hevur hann ikki valt lættastu loysnina. Hann hevur nevniliga bert valt føroyskan tónleik.
Ingi Sørensen verður gestur í sendingini Rás2 Seinnapartur, sum kann hoyrast frá kl. 13.00 í dag.