Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur, váttaði fyri in.fo í dag, at løgreglan hevur fingið fráboðan frá Sea Shepherd um, at herverk er framt móti bilunum hjá teimum, eins og at fólk hjá felagsskapinum hava kent seg hótt.
- Vit skjóta okkum sjálvi í fótin, segði sjefspolitiinspektørurin.
Ingi Sørensen, sum hevur stovnað facebook-profilin við føroyingum, sum eru fyri at friða grindahvalin, heldur tað vera ógvuliga keðiligt, at fólk hava gjørt seg inn á akfør hjá Sea Shepherd.
- Eg havi einki við felagsskapin at gera, men eg dugi væl at síggja, at slíkt kann vera ógvuliga óheppið fyri umdømi okkara út í heim, nú tað er ein veruleiki, at felagsskapurin hevur fleiri fólk í Føroyum fyri at mótmæla, at føroyingar drepa hval.
Ingi Sørensen sigur, at fólk frá felagsskapinum hava spurt eftir sær, nú tað eisini er ein veruleiki, at hann er fyri, at føroyingar gevast at drepa hval. men hann hevur einki samband havt við Sea Shepherd.
- Eg havi bara møtt einum av teimum í stuttum práti úti á gøtuni, men eg havi einki sum helst við tey at gera. Eg eri áskoðari til tað, sum hendir - ella, sum fer at henda, meðan tey eru her - eins og allir aðrir føroyingar.
Ingi Sørensen heldur, at føroyingar nú eiga at vísa sína bestu síðu, soleiðis at tey fólk, sum eru her, kunnu fara avstað aftur við - vónandi - einari betri mynd av Føroyum og føroyingum, enn tey kanska høvdu, tá tey komu higar.
- Í facebook-bólkinum við føroyingum, sum eru fyri at friða grindahval, eru út við 270 limir, og eg haldi, at limatalið veksur spakuliga. Vit hava einki við felagsskapir sum Sea Shepherd at gera, leggur hann dent á.
Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur, vísti í dag á, at Sea Shepherd hava loyvi at vera í Føroyum og at mótmæla friðarliga. Hann heitti tí á fólk um at taka tað róligt og at lata løgregluna taka sær av Sea Shepherd, um tað gerst neyðugt.