Ingi Poulsen gjørt nýtt videolag

Væl umtókti vágbingurin hevur gjørt nýtt videolag

Ingi Poulsen hevur nú gjørt videolag til summarhittið »Kostbar«.

Vágbingurin hevur áður hittað við sangum sum »Tann fittasta« og »Tá ið eg síggi teg«, og nú er sangurin »Kostbar« nógv at hoyra.

Hetta er fyrstu ferð, at Ingi Poulsen ger videolag. Jákup S. Thøgersen hevur staðið fyri framleiðsluni.

Ingi Poulsen fer at spæla til stóra Ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum í Vágsbotni ólavsøkudag kl. 22:00.
##med2##