Steypafinalan hjá kvinnum verður leikt í dag klokkan 13.30
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum
-Alt gongur sum tað skal, vit hava ongar skaðar og vit hava onga orsøk til at lagið ikki er gott, sigur Ingi Olsen, venjari hjá VÍF, undan steypafinaluni leygardagin.
Tað hevur gingið hampiligt hjá VÍF sambært venjaranum. -Spælið kundi verið betur, men vit hava so vunnið, sigur Ingi Olsen.
Í steypafinaluni skulu ráðandi steypavinnararnir royna at basa Kyndli, ið er eitt lið, ið VÍF hevur góðar royndir av hetta kappingarárið. Gaman í var tað hesin serligi dysturin, har Kyndil helst átti at vunnið, ið stendur sterkast í minninum.
-Summi siga at vit stjólu sigurin, men eg haldi heldur at tað var Kyndil, ið gav okkum sigurin, tekur Ingi Olsen til.
Kanska vóru tað royndirnar, ið spældu inn har, og Ingi Olsen er eisini fegin um hesar dygdirnar á liði sínum.
-Vit hava eina góða samanseting av bæði yngri og royndari leikarum og hetta er oftast gott tá ið dystirnir gerast javnir, heldur venjarin, ið eisini greiðir frá at liðið hevur góðar royndir av at vinna teprar dystir móti júst Kyndli.
-Vit vóna at minnini frá steypafinaluni í fjør kunnu leggja eitt trýst á Kyndil, men eg veit eisini at tær eru uppsettar til at hevna alt sum hendi í fjør, sigur Ingi Olsen, og leggur afturat at tað hevði hann eisini verið um støðan var umvend.
-Vit leggja tó dentin á okkum sjálvi, sigur VÍF-venjarin, og greiðir frá at liðið hevur nakrar avbjóðingar.
-Vit hava nokkso nógv ting, sum ikki hava koyrt líka væl í ár, og tað skulu vit royna at fáa at eydnast leygardagin, sigur venjarin og greiðir frá at liðið hevur ikki funnið somu góðu rútmuna sum tað hevði undanfarna kappingarár. Kanska er VÍF kortini um at finna rætta stevið, tí hálvfinalurnar móti H71 vóru góðar.
-Vit hava havt nógvar trupulleikar við H71 í ár, og tað at vit so vinna tær nokkso sannførandi bendir á, at vit eru á rættari leið, sigur Ingi Olsen.
Kyndil er kanska eitt enn betri lið enn H71, og VÍF-venjarin vísir eisini á at har eru nógvir góðir leikarar á fleiri plássum. Hann nevnir millum annað Súnu Krossteig Hansen sum ein sera góðan gjøgnumbrotsspælara og Mariannu Geirsdóttir Eystberg, sum spælir væl betri í ár og gevur eina hóttan uttanifrá sum er væl størri enn í fjør, sambært Inga Olsen. Harafturat nevnir hann at Kyndil er sera sterkt á vinstra vongi og í málinum.
-Tað ger at vit skulu vera nærlagdar og vilja tað minst líka nógv sum hinar sigur Ingi Olsen avgjørdur.
Styrkirnar hjá Kyndli eru heldur ikki ólíkar teimum hjá VÍF, ið eisini er sera kent fyri gjøgnumbrot á miðjuni og hóttan uttanifrá á vinstra bakki. Hann staðfestir eisini at tað er torført at taka dagar ímillum hvør hevur betri leikararnar. Tað snýr seg um hvør kemur at spæla betri leygardagin. Ein munur er tó at VÍF hevur ein láman skjútta á høgra bakki, og hetta kann gera mun, heldur Ingi Olsen
-Tað er hips sum haps á næstan øllum plássum, sigur venjarin.
Tá ið styrkin á liðunum er so jøvn, so kann tað sálarliga fáa fyrimun, og Ingi Olsen vísir á, at tað ræður um at raka rætta spenningsstøðið til finaluna. Summir leikarar kunnu gerast yvirtendraðar, meðan aðrar stórtrívast í slíkum umstøðum, og sovorðnar leikarar hava bæði VÍF og Kyndil, so lagt er upp til eina sera góða finalu.