Ingi Olsen verður ikki drúgvur í barndómsfelagnum á hesum sinni. Garvaði vestmenningurin kom aftur til Vestmannar í summar, har hansara uppgáva hevur verið at hjálpt venjaranum Dia Midjord, umframt at hann hevur spælt við sjálvur.
Hann fer nú av landinum at arbeiða, og Harald Bjørgvin tekur við sum hjálparvenjari. Harald Bjørgvin er uppvaksin í Vestmanna, og hann spældi nógv ár við besta mansliðnum hjá VÍF.
Hann sigur við heimasíðuna hjá vestmenningum, at spælarahópurin er ungur og góður, og tað eru spælarar, sum hava eina bjarta framtíð. Hann frøist tí um møguleikan at menna hesar spælararnar.
Áki Olsen, formaður í felagnum, sigur, at tað verður ein missur, at Ingi Olsen gevst í felagnum, men hann leggur afturat, at tað er ein fongur at hava fingið samstarv í lag við Harald Bjørgvin.