Í sessin
Í kvøld verður tað Ingi Rasmussen, sum í Gøtu fer at hava ábyrgdina av HB liðnum. Saman við Sámal Erik Hentze, sum hevur havt ábyrgdina av næstbesta liðnum, skal hann standa fyri venjingini.
Ætlanin er, at 1. og 2. lið skulu venja saman tað, sum er eftir av árinum. Tað hevur ikki verið vanligt í tíðini hjá nú fyrrverandi venjaranum.
Ingi Rasmussen hevði í 1999 saman við Peturi Simonsen ábyrgdina av næstbesta HB liðnum, men hann sigur seg ongantíð hava droymt um at gerast venjari hjá 1. deildarliðnum:
? Yvirhøvur ikki. Leiðslan heitti á meg mánakvøldið. Teir søgdu, at spælararnir høvdu mælt til hesa loysnina, og so fara vit at gera okkara besta. Tað ræður um at fáa sum frægast burturúr teimum vikunum, sum eru eftir av kappingarárinum.
Virðingin
Ingi Rasmussen hevur í nógv ár verið stríðsmaður á HB miðvøllinum. Í fjør boðaði hann frá, at nú fór hann at gevast í fremstu røð, tí tað var ov tíðarkrevjandi.
Ingi var við, tá HB í 1998 vann FM og løgmanssteyp, og hann hevur alt gott at bera manninum, sum hann nú skal loysa av:
? Tað er ein harmulig støða í ár. Men eg havi ongantíð ivast í, at HB hevur havt ein góðan venjara. Bæði persónliga og fakliga havi eg sera stóra virðing fyri honum. Ion hevur spælt 24 landsdystir fyri Rumenia, og hann hevur nógvar royndir á hægsta støði ? bæði sum spælari og venjari. Eg havi ongantíð upplivað ein venjara, sum hevur havt so nógv at oysa av. Tí er tað eyka harmuligt, at umstøður, sum venjarin ikki hevur verið harri yvir, hava verið við til at mynda veruleikan, sum hann nú er.