Fótbóltur
Ingi Højsted kann koma á vøllin, tá ið Birmingham í kvøld spældir dyst í FA Cup ímóti Reading.
Hetta er ein umdystur, eftir at fyrri dysturin teirra millum endaði við javnleiki, og hesaferð er tað Birmingham, sum hevur heimavøll.
Ingi Højsted hevur fingið at vita, at hann skal við til dystin í kvøld, og hetta er fyrstu ferð, at hann hevur verið í nánd av 1. liði hjá Birmingham.
Nógvir mangla
Birmingham hevur nógvar skaðar og leikbann til dystin í kvøld, og venjarin Steve Bruce má eftir øllum at døma síggja burtur frá nógvum av sínum spælarum.
Kenny Cunningham, Martin Taylor, Stan Lazaridis, David Dunn, Neil Kilkenny og Mehdi Nafti eru skaddir, og haraftur fáa teir ivasomu Matthew Upson, Olivier Tebily og Muzzy Izzet neyvan spælt í kvøld.
Chris Sutton og Nicky Butt hava fingið smærri løstir, men teir spæla væntandi í kvøld. Tað kunnu tó hvørki Emile Heskey og Damien Johnson, tí teir eru leikbannaðir.
Bíða til seinastu løtu
Dysturin hjá Birmingham er ímóti sterkasta liðnum í næstbestu ensku deildini, og tí er ikki talan um nakra lætta uppgávu hjá Birmingham.
Vit kunnu koma at mangla nógvar spælarar til dystin týskvøldið, men vit hyggja eftir støðuni seinnapartin týsdagin, og tá gera vit so av, hvør kann spæla og ikki, sigur Eric Black, ein av hjálparvenjarunum, við heimasíðuna hjá Birmingham City.
Ingi Højsted fyrireikar seg í øllum førum til dystin, og um hann verður við í endaliga hópinum í kvøld, fæst ikki at vita fyrr enn í seinastu løtu.