- Tað er ilt at siga longu nú hvussu álvarsamur skaðin er, men eg havi verið hjá fysioterapeuti og tað sær ikki út til at krossbandið er slitið. Eg fái nærri boð um nakrar vikur, sigur Ingi Højsted, sum fyribils ikki verður at síggja á B36 liðnum í nakrar vikur.
- Tað kendist nærmast sum at eg beklaði knæði, men eg fekk ikki líka nógva pínu, sum tá eg sleit krossbandið. So eg visti beinanvegin at tað var ikki so alvorligt, men eg valdi at steðga áðrenn eg kom meira til skaða. Tað er líkt til at tað er meniskinum tað er gali við. Eg havi fyrr haft trupulleikar av meniskinum, sigur Ingi um skaðan hjá sær.
Ingi Højsted fór sum ungur til Arsenal, men skaðar hava at kalla oyðulagt dreymin um at gera fulltíðar fótbóltsspælari.
- Tað var ótrúliga rotið, men tað var ikki so at eg hevði hug at leggja meg at gráta. Eg havi næstan vant meg við at blíva skaddur, tí tað er hent so oftani. Vit spældu væl tað løtuna tá eg kom inn og eg havi ikki spælt so nógv í ár, so tað var herligt at sleppa inn, sigur Ingi um løtuna tá hann fekk skaðan.
Skaðarnir hava eisini gjørt at Ingi hevur spælt lítið seinasti árini fyri B36.
- Hugurin at koma meg sum fótbóltsspælara er ikki nummar eitt í løtuni. Skaðarnir blíva við at koma. Eg havi sagt við meg sjálvan, at eg gevist við fótbóltinum um krossbandið fer eina ferð aftrat. Eg fari ikki at blíva við og við. Kann eg ikki spæla fótbólt, so verður tað har við, sigur Ingi Højsted at enda.










