- Eg eri stjóri í felagnum, tí nevndin hevur sett meg.
Tað er knappa svarið frá advokatinum Inga Højgaard, sum um dagarnar varð settur stjóri í tveimum feløgum - Faroese Infrastructure og Faroese Infrastructure Holding.
Meðan tað seinna bara skal vera eitt holdingfelag, so er endamálið við fyrra felagnum at gera, fíggja, viðlíkahalda og reka tunnilsarbeiði undir Skálafjørð og Tangafjørð í Føroyum og annað virksemi í hesum sambandi.
Ingi Højgaard er eisini nevndarformaður í P/F Skálafjarðartunnilin, sum Føroya Lívstrygging nú eigur einsamælt. Tað er hetta felagið, tá við Føroya Lívstryggin og Kaupthing Banka (seinni Eik Banka) sum stóð fyri fyrru, privatu verkætlanini við undirsjóvartunnli millum Streymoynna og Eysturoynna.
Ingi Højgaard hevur onga viðmerking, hvør samanhangurin er millum hansara stjórasess í Faroese Infrastructure og nevndarformanssess í P/F Skálafjarðartunnilin.
Advokaturin vil ikki so frætt sum gera viðmerkingar til, hvør hansara leiklutur er sum stjóri fyri Faroese Infrastructure. Ikki fyrr enn vit lesa upp viðtøkurnar fyri felagið, sigur stjórin knappur, at hann sjálvandi arbeiðir fyri áhugamálini hjá felagnum.
Hann hevur heldur onga viðmerking til spurningin, um ella hví hann kann sita í lyklapositión í báðum feløgum í senn.
Og ein sera fáorðaður Ingi Højgaard hevur heldur ongar viðmerkingar til tær samráðingar um Skálafjarðartunnil, ið fara fram í løtuni.