Ingi Højsted var annars ein av monnunum, sum Jógvan Martin Olsen hevði ætlað í sentralan leiklut, tá hann tók við sum landsliðsvenjari fyri trimum árum síðani.
Skaðar í ólukkumát hava tó elt B36´aran, men síðani summarsteðgin hevur hann spælt seg meira og meira upp, og hetta verður nú lønað við landsliðsúttøku.
Mikkjal Thomassen, sum noyddist skaddur av vøllinum í gjár, hevur nevnliga givið avboð til Litava-ferðina, og so er tørvur á einum sterkum sentralum miðvallara at seta í hansara stað.










