Ingemann og hansara sálmaperlur

Týskvøldið verður Miðvika í Hoyvíkar kirkju, har Meinhard Bjartalíð fer at hugleiða um Ingemann.

Týskvøldið 26. februar kl. 19.30 verður Miðvika í Hoyvíkar kirkju, har Meinhard Bjartalíð, prestur, fer at hugleiða um danska sálmaskaldið Bernhard Severin Ingemann. 

 

 

Undir framløguni hjá Meinhardi, sum hevur heitið "Ingemann og hansara sálmaperlur", verða nakrir av sálmunum hjá Ingemann sungnir. Hann eigur átta sálmar í føroysku sálmabókini og harafturat seks í Uppískoytinum til Sálmabókina.

 

 

Aftaná verður farið niður í kirkjukjallaran til ein drekkamunn, og tá hava fólk eisini høvi at spyrja og at viðmerkja.

 


Ingemann, sum livdi frá 1789 til 1862, var lektari í donskum og bókmentum við Sorø Akademi. Millum hansara verk eru "Morgensalmer til Brug for Eleverne i Sorøe Academies Skole" frá 1822 og "Morgensange for Børn" frá 1837.