Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag ákærir í bløðunum stjóran í Vinnuhúsinum fyri at ærumeiða leiðararnar í føroysku arbeiðarafeløgunum, av tí at hann hevur sagt, at hesi fólk trívast best við anarki. Fyri okkum, sum eygleiða tað sum fer fram í samband við verkfallið, er tað ringt at síggja, hvussu komast kann uttanum at kalla framferðarháttin hjá arbeiðarafeløgunum fyri anarkistiskan.
Fyritøkur verða á ólógligan hátt blokeraðar í sínum arbeiði, við at verkfallsvaktir forða fólki, sum ikki eru í verkfalli, í at útinna teirra arbeiði. Tá so hesar fyritøkur loksins taka avgerð um at lata aftur, av tí at tær ikki fáa arbeitt, ja, so stendur forkvinnan í FA beinanvegin klár og proklamerar, at nú hava arbeiðsgevararnir tikið stig, sum fara at raka vanliga føroyingin óneyðuga meint. Hetta siga somu fólk, sum í fleiri vikur hava syrgt fyri, at eingin vøra er útflýggjað handlunum, og sum eru beinleiðis atvoldin til, at nógv húski, ung sum gomul, nú noyðast at fáa sær mettuna sum frægast.
At Ingeborg Vinther heldur, at Føroya fólk ikki duga at síggja rætta samanhangin, er at undirmeta intelligensin hjá Føroya fólki so nógv, at talan er um ærumeiðing.
Øll sum ikki taka 100% undir við Ingeborg Vinther verða løgd undir at vera ímóti arbeiðarafjøldini. Soleiðis hevur Ingeborg Vinther ákært nærum allar myndugleikar í landinum, ja, sjálvt danska løgmálaráðið, fyri at verða í parti við arbeiðsgevarunum. Enn er kirkjan ikki ákærd fyri tað sama, men tað man verða, tí Ingeborg Vinther ikki gongur í kirkju, tí so hevði hon hoyrt tey lisið Faðir vár, har biðið verður: gev okkum í dag okkara dagliga breyð. Tað er sjálvsagt eisini at vera í parti við arbeiðsgevarunum og ímóti arbeiðarafeløgunum.
Hóast eg ikki havi tað stóru virðingina fyri Ingeborg Vinther sum fakfelagsleiðara, havi eg stóra virðing fyri arbeiðarafjøldini og unni teimum væl eina lønarhækkan. Ansast skal tó eftir, at lønarhækkanin ikki verður so stór, at eingin arbeiðsgevari hevur ráð at keypa arbeiðsmegina, tí tá er lítið vunnið. Tað kann sjálvandi verða gott at fáa eina munandi hægri løn í eina tíð, men um hetta ger, at arbeiðsplássið ikki longur er kappingarført og tí má lata aftur, er betur um lønarhækkingin var minni, soleiðis at arbeiðið var tryggjað framyvir eisini.
Hesum var Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag inni á herfyri, tá hann nevndi at eitt samstarv má verða millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og landsins myndugleikar. Hetta vóru skilagóð orð, og tess verri er tað so at skilja, at hann er farin í lag við Ingeborg Vinther til hesar samráðingarnar, tí við henni sum leiðara verður ongantíð nakað konstruktivt samstarv millum partarnar. Hon søkir ósemjur heldur enn semjur, hon rópar og goyr heldur enn tosar og roynir annars alsamt at øsa fólk, heldur enn at loysa trupulleikar. Hetta er tað, sum hon sær út til at trívast best við, og tað haldi eg ikki á nakran hátt tænir føroysku arbeiðarafjøldini. Tað sum vildi tænt føroysku arbeiðarafjøldini best, vildi verið at fingið ein nýggjan formann í FA. Ein formann sum hugsar um áhugamálini hjá limunum bæði nú og í framtíðini, og sum vil gott samstarv millum partarnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum - arbeiðstakarum, arbeiðsgevarunum og samfelagnum sum heild at frama.